Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
14. februar 2023
Útgongur
5. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari til Norðoya Røktarheim, Niðristova.

Vit sóknast eftir

  • Sjúkrarøktarfrøðingi fulla tíð ella eftir avtalu. Arbeitt verður fyri tað mesta um dagin og triðja hvørt vikuskifti
  • Heilsurøktara á starvsbrøki 0,8. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti

Størvini verða sett frá 1. apríl 2023 ella so skjótt tilber.

Á Niðristovu búgva 14 fólk.

Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast autorisatión og útbúgving sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari.

Høvuðsendamálið við størvunum er at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvum og ynskjum hjá einstaka búfólkinum.

Fyri at røkka endamálinum vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi, har tú í dagliga samstarvinum lutar tína vitan.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fert at hava sera fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir eru tískil viðkomandi fyri starvið. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið vera ein fyrimunur, eins og útbúgving innan kliniska vegleiðing.

Talgilda heilsuskipanin, Cosmic, verður íverksett í næstum, og tí er góður telduførleiki eisini viðkomandi fyri bæði størvini.

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, ynskir at veita tænastur á høgum fakligum stigi, og tí fært tú møguleika fyri at førleikamenna teg innan viðkomandi økir.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar NBH øllum starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Anniku Kallsberg, deildarleiðara, á tel. +298 793435 ella við telduposti til annikak@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 5. mars 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið