Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
14. februar 2023
Útgongur
6. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt vísindastarv í havfrøði er leyst at søkja við setan skjótast gjørligt. Starvið verður sett sum professari ella lektari treytað av førleikum og royndum umsøkjarans. Starvsstaðurin verður á Náttúruvísindadeildini.

Náttúruvísindadeildin veitir bachelorútbúgvingar innan kunningartøkni, verkfrøði og lívfrøði umframt hjánám í støddfrøði. Nýggjasta útbúgvingin er BSc í Verkfrøði, ið fyrstu ferð varð boðin út í 2021. Fyrireikingar eru í gongd til at seta eina masterútbúgving í dátuvísindum í gongd í 2023. Meir kunning um útbúgvingarnar er á www.setur.fo.

Granskingaráhugamálini á Náttúruvísindadeildini eru fjølbroytt og fevna m.a. um havstreym og aldu, aling- og fiskastovnar, veður og veðurlagsbroytingar, grønt orkuskifti, teldufrøði og dátuvísindi, byggiverkfrøði, biostatistikk, bioinformatikk, ílegugransking og almenna lív- og evnafrøði.

Starvsøkið
Starvið hevur til endamáls at menna gransking og útbúgving innan havfrøði á Fróðskaparsetrinum. Liður í hesum er at menna og brúka numeriska amboðið FVCOM til eitt nú gransking í fortreytum fyri, at aling á sjónum kann fara fram á burðardyggan hátt við atliti at fiskaheilsu, lívfrøðiligum margfeldi og heilsugóðum umhvørvi. Ein liður er eisini at framleiða vitan um, hvussu veðurlagsbroytingar nú og í longdini kunnu ávirka havumhvørvið. Tað er ynskiligt, at valdi umsøkjarin sum frá líður kann standa á odda fyri at menna ein granskingardepil fyri havfrøðiliga myndlan á Fróðskaparsetrinum.

Førleikar og royndir
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi hægri útbúgving í havfrøði, hava lokið ph.d. útbúgving og hava hollar og viðkomandi royndir við gransking við havfrøðiligum myndlum í føroyska havøkinum.

Umsøkjarar skulu hava royndir við undirvísing og vegleiðing av lesandi á universitetsstigi. Tað er týðandi fyrimunur, um umsøkjari hevur royndir við útbúgving og vegleiðing av ungum granskarum.

Tað hevur týdning, at umsøkjarin kann vísa á møguleikar fyri at útinna starvið í samstarvi við onnur í Føroyum og uttanlands.

Umsóknin
Við grundgivnari (motiveraðari) umsókn skulu fylgja heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður), fullfíggjað CV, útgávulisti og lýsing av royndum og áhugamálum innan gransking og undirvísing. Í mesta lagi fimm vísindaligar útgávur, ið umsøkjarin metir hava týdning fyri viðgerð av umsóknini, kunnu sendast við.

Umsóknin skal skrivast á enskum. Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og hefta viðkomandi skjølini við.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreist er 6. mars 2023.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Paula Joensen, hanspj(at)setur.fo, dekani á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið