Lýsing
Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til økið Norðstreym/Vágar. Talan er um barnsburðar farloyvisstarv á brøki 0,8 til setan frá 15.03.23 – 31.08.23
Her fært tú møguleikan at verða við til at mynda okkara økispsykiatri. Í hesum økinum eru trýggir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða saman um økið, ið fevnir um Norðstreym og Vágarnar. Vit eru í alt tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriska toyminum og aðru hvørja viku møtast vit til felags- og tvørfakliga konferensu og fakliga sparring. Sosialráðgevi er eisini partur av toyminum. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørgeiraligt, so sum heimatænastu, kommunulæknar og onnur.
Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum, ”Samskapað psykiatri”, har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin.
Vit virka fyri, og í samstarvi við einstaka persónin við sálarligum avbjóðingum, at koma seg, at arbeiða við tí hann setir sær sum mál og skapa karmar, so hann hevur møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív sum til ber.
Starvsdagurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Økispsykiatriini er mest við heimavitjanum hjá borgarum og annars viðtalum á skrivstovuni.
Á Psykiatriska Deplinum arbeiða vit miðvíst við betranararbeiði eftir háttinum Quality Improvement, so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu, trygd og dygd.