Landssjúkrahúsið
Útgivið
21. februar 2023
Útgongur
5. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin søktir eftir ljósmóðir til Barnakonueidini. Talan er um eitt farloyvisstarv vegna barnsburð, við byrjan 01.04.2023 til og við 31.03.2024.

Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir. Økini eru Barnakonueindin, Børn og Ung somatik og psykiatri.

Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár.

Um eindina Barnakonueindin
Virksemið á Barnakonueindini er staðsett á Landssjúkrahúsinum og úti í primær geiranum.

Virkisøkið er viðgonga, føðing og eftirføðing.

Endamálið er at veita viðgerð og røkt til barnakonur/mammur, nýfødda barnið og familjuna sum heild.

Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini og í heilsuskipanini annars.

Eindin er eitt spennandi og mennandi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Viðtalur á LS og kring landið, bæði í viðgongutíðini og eftir føðing
  • At vara av innløgdum barnakonum
  • At vara av barnakonum og avvarðvarandi undir føðing
  • At vara av mammu, barni og nýggju familjuni dagarnar eftir føðing
  • Heimavitjanir
  • Føðifyrireiking

 Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum ljósmóðir
  • Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • Ynski um at arbeiða innan alt virkisøkið
  • Smidleika í mun til vaktir og vilja til at taka eyka tak tá tørvur er á tí
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Royndir innan viðgongu, føðing og barsil
  • At undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga
  • Hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • Góðan telduførleika

 Vit bjóða

  • Felags innleiðslu fyri nýsettum starvsfólkum, umframt innleiðslu á deildini
  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fást við at ringja til Rannvá Debes Christiansen, leiðandi ljósmóðir í Funktiónsleiðslu, tlf. 304500 lokal 5301.

Umsóknarfreistin er tann 05.03.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið