Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
24. februar 2023
Útgongur
24. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir køkshjálp í tíðaravmarkað starv fram til 31. desembur 2023, at byrja skjótast gjørligt.

Starvið er 20 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er mánadag - fríggjadag frá kl. 11 – 15.

Vit leggja okkum eftir at veita góða tænastu og kostrøkt til øll okkara viðskiftafólk. Vit framleiða mat til eina sjúklingadeild, røktarheim og sambýli, heimabúgvandi pensionistar, kantinu, fundir og annað virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Starvið umfatar dagliga reingerð, uppvask, arbeiðið í kantinuni og annað fyrifallandi.

Førleikakrøv:
Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur góð samstarvsevnir
  • ert arbeiðssom/samur og nærløgd/-lagdur
  • ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
  • ert kreativ/ -ur og dugir at síggja møguleikar
  • ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi í samband við viðskiftafólk
  • ert fleksibul og hevur evni at raðfesta
  • hevur sjálvsálit og dirvi til at siga tína hugsan

Royndir innan reingerð og arbeiðið í kantinu kann vera ein fyrimunur.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, har tú saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum, kanst fáa ávirkan á tænastuni hjá køkinum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála hjá arbeiðarafeløgunum í Klaksvík.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, á tel. 229229 ella umvegis teldupost: elisabethak@ks.fo.

Umsóknarfreistin er 12. mars 2023.

Umsókn skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo.

Á okkara heimasíðu www.ks.fo, kanst tú lesa um Klaksvíkar Sjúkrahús.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið