Landssjúkrahúsið
Útgivið
27. februar 2023
Útgongur
12. marts 2023
Staður
Denmark
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til B7 at byrja 1. apríl ella skjótast gjørligt eftir hetta. Talan er um tvey føst størv, á brøk 0,8 í blandaðum vaktum.

B7 er partur av medisinska deplinum, og er høvuðssergreinin neurologi. Vit taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini.

Ætlandi flyta vit í H-bygningin í ár, og tí verða væntandi broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering av lýstu størvunum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum eru:

  • Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á:

  • at tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • at tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
  • at tú hevur fakligan áhuga innan økið
  • at tú hevur góðan telduforleika
  • at tú hevur viljan og evni at brúka reflektión sum lið í menningini
  • at tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar

Vit kunna bjóða:

  • innleiðslu og upplæring á deildini
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.


Nærri upplýsningar
 um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin funktiónsleiðara á B7, tlf. 304500 lokal 6067 ella á t-post elihj@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 12. mars 2023.

Vinarliga søk starvið HER.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið