Tjóðsavnið
Útgivið
28. februar 2023
Útgongur
14. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir avloysara fyri lívfrøðihjálpara í barnsburðarfarloyvi til 1. apríl 2024. Viðkomandi, verður
sett/ur frá 1. apríl 2023, ella so skjótt til ber.

Á Sjódjóradeildini starvast trý fólk – tveir lívfrøðingar og eitt hjálparfólk. Arbeiðsumstøðurnar eru góðar og samanlagt starvast umleið tíggju fólk á staðnum.

Vit hava søvn við hvali, kópi, fiskum og ryggleysum dýrum.

Á Sjódjóradeildini fáast vit við at savna føroysk dýr og at skráseta, miðla og granska í hesum.

Arbeiðsuppgávur
Uppgávurnar hjá lívfrøðihjálparanum koma í mestan mun at vera skráseting av djórasýnum og hjálpa til við at halda djórasavnið. Uppgávurnar fevna eisini um at vera til hjálpar við ymiskum verkætlanum, lættari samskifti við fyritøkur og stovnar.

Førleikar
Ongir ávísir førleikar verða kravdir, men neyðugt er at duga at brúka teldu og vanligastu telduforritini. Tann ið settur verður, fær upplæring í teimum mannagongdum, sum verða brúktar.

Arbeiðsstaður
Arbeiðsstaðurin er í hølunum hjá Tjóðsavninum í Kaldbak, Mjólkargøta 7

Lønar- og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv og starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsfelagið, flokkur I ella II.

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Jan Sørensen, deildarleiðara, tlf. 790572 ella jans@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.

Umsókn og umsóknarfreist
Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til
https://alfred.fo/starv/livfroedihjalpari-til-tjodsavnid í seinasta lagi týsdagin 14. mars 2023.
________________
Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Tjóðsavnið varðar eisini av myndugleikauppgávum í sambandi við onnur
søvn í landinum, mentanarsøgulig skip og friðing av fornminnum og bygningum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið