Klima
Útgivið
1. marts 2023
Útgongur
14. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum elektrikara at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt spennandi starv hjá okkum, har tú hevur ein týðandi leiklut í fyritøkuni og ert við til at mynda Klima út til kundan.

Klima er í støðugari menning, vit veita tekniskar loysnir til kundar okkara, har millum orku-, hita-, ventilatións- og hitapumpuskipanir samstundis sum vit veita viðlíkahalds tænastur til kundar okkara.

Vit kunna bjóða tær eitt spennandi, mennandi og fjølbroytt starv í einum toymi við góðum samanhaldi og góðari leiðslu.

Um starvið
Starvið inniber m.a. at tú ferðast út til kundar til ymiskar arbeiðsuppgávur kring landið.

Í stuttum fevnir starvið millum annað um:

  • At veita El-arbeiði og loysnir innan vinnuna
  • At seta upp CTS skipanir
  • At viðlíkahalda og servisera kundar og áður framdar loysnir.


Vit vænta, at tú ert útbúgvin elektrikari, við starvsroyndum. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, at tú ert fyrikomandi, nærlagdur og dugur væl at arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.

Løn
Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært avtalu.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jens Kristian Haraldsen á tlf. +298 233555.

Umsóknarfreistin er mánadagin 14. mars 2023. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skula sendast til t.post: jkh@klima.fo

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið