Tórshavnar Kommuna
Útgivið
6. marts 2023
Útgongur
16. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starv í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini er leyst at søkja til setan 1. mai 2023.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og kunnu fevna um øll øki, sum fyrisitingin arbeiðir við.

Tann setti skal hava ábyrgd av umsitingini av málum, sum hava støði í tvingsilslógini. At gera og seta í verk mannagongdir, so lógin verður uppfylt, saman við leiðarum á eldraøkinum viðgera mál, sum skulu í tvingilsnevndina og at hava ábyrgd av, at málini verða viðgjørd og eftirmett sambært lógini. somuleiðis at tryggja at starvsfólk og leiðarar hava vitan um, hvussu tey skulu handfara støður, sum eru tengdar at tvingsilslógini.

Eisini skal tann setti hava verjumál um hendi. At vegleiða um verjumál, málsviðgera og søkja um verjumál og at ráðgeva avvarðandi og leiðarum um verjumál.

Viðkomandi fær eisini saman við starvsfeløgum ein virknan leiklut í at tryggja, at Heilsu- og umsorganartænastan livir upp til tey lógarkrøv, sum eru á økinum t.d. fyrisitingarlóg, lóg um heimatænastu og eldrarøkt, heilsulóg og persóns- og KT trygd.

Umframt omanfyri standandi kann arbeiðið eisini fevna um at svara innlitisumbønum og hoyringum av ymsum slag og annars allar arbeiðsuppgávur, sum umsitingin tekur sær av. Tú fert at hava samband við borgarar, starvsfólk og leiðarar á eldraøkinum og miðfyrisitingini, politisku skipanina og tætt samstarv við starvsfelagar og heilsu- og umsorganarstjóran.

Starvsstaður er í hølum í gamla posthúsinum á Vaglinum. Í fyrisitingini starvast frammanundan tveir fulltrúar, tveir dygdarmennarar og tveir skrivarar, umframt at fíggjarfulltrúi er knýttur at deildini.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið