Tórshavnar Kommuna
Útgivið
15. marts 2023
Útgongur
26. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir tveimum námsfrøðingum, gjarna tveir sum eru vanir at samstarva í toymi, til elsta bólk í Løkjatúni, 30-35 tímar um vikuna.

Eisini leita vit eftir tveimum stuðlum til stuðulstoymi. Her starvast tríggir námsfrøðingar, og er eitt nýtt stuðulsstarv og eitt farvloyvisstarv leyst at søkja, 25-30 tímar.

Starv í elsta bólki fevnir um arbeiði við elstu børnunum á stovninum. Stova er við 20 børnum aldrinum 4-6 ár. Her starvast fýra starvsfólk og ein námsfrøðiligur stuðul.

Hetta umfatar eisini serligt virksemi, skipa burturav til seksára gomlu børnini, eftir summarsteðgin, í egnum hølum.

Stuðulsstørvini eru í barnagarðinum, børnini hava avbjóðingar við at sleppa við í felagskapin, og at samskifta við vinir sínar. Tveir stuðlar eru í toyminum, og okkum tørvar tveir afturat til toymi.

Vit hava innrætta høli, so møguligt er at fara til síðis viðhvørt, har innbúgv er hugsa til hesi børn. Gott er at kunna fara frá stovunum í løtum.

Stovnurin arbeiðir við Karlstad modellinum og í mars hava øll starvsfólk fingið skeið í tekn til talu, hetta verður áhaldandi ment.

Námsfrøðiligur ráðgevi er á stovninum og vegleiðir okkum javnan.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið