Tórshavnar Kommuna
Útgivið
15. marts 2023
Útgongur
26. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri aktiviteti og luttøku hjá aldrandi borgarum? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir einum ergoterapeuti til fast starv frá 1. mai 2023 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um avbjóðandi og gevandi starv, har lyklaorðini fyri ergoterapeutiska arbeiðið eru aktivitetur og luttøka fyri tann eldra borgaran í Tórshavnar Kommunu. Tú kemur at arbeiða í einum toymi við 11 øðrum ergoterapeutum við fakligari leiðslu. Tú kemur at arbeiða mest við rehabilitering, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og hjálpartólum til tann eldra borgaran bæði í egnum heimi og á røktarheimi.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu:

Leinkja til umsóknarskema:

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið