Lýsing
Hevur tú gott handalag og trívist tú við at ganga á odda?
Havsbrún søkir eftir ábyrgdarfullum formanni/-kvinnu til húsavarðatoymið at byrja skjótast gjørligt.
Havsbrún er eitt nútímans og altjóða viðurkent virki við trimum framleiðsludeildum; mjøldeildin, fóðurdeildin og laksadeildin.
Starvið
Formaðurin/-kvinnan fyri húsavarðatoymið hevur til høvuðssuppgávu at leggja til rættis og samskipa dagliga húsavarðaarbeiði á Havsbrún. Í húsavarðatoyminum eru 3 starvsfólk íroknað leiðaran.
Uppgávur í starvinum fevna millum annað um hesar uppgávurnar:
- Viðlíkahald og umsjón av bygningunum á Havsbrún
- At hjálpa til tá teknisk útgerð verður sett upp
- Smærri málaraarbeiði
- Aðrar fyrifallandi húsavarðauppgávur
Formaðurin/-kvinnan fyri húsavarðatoymið vísir til tekniska stjóran á Havsbrún.