Lýsing
Ynskir tú at vera við til at tryggja, at laksurin fær heimsins besta fóður? So hevur tú møguleikan nú!
Ein týðandi leiklutur í okkara virðisketu er at tryggja, at laksurin fær fóður í heimsflokki. Hetta gera vit m.a. við at tryggja at fóðrið, sum laksurin etur hevur bestu góðsku, og tí ynksja vit framhaldandi at menna hetta økið, soleiðis at vit til eina og hvørja tíð framleiða burðardygga og heilsugóða matvøru til okkara kundar.
Vit leita eftir einum ágrýtnum og dugnaligum starvsfelaga til okkara góðskutoymi á Havsbrún.
Starvið
Tú verður partur av góðskutoyminum á Havsbrún sum umsitur góðskukervi, umhvørviskervi og kemiska kanningarstovu. Sum góðskutryggjari verður tín uppgáva at vera við til at tryggja at innaneftirlitsskipanin á Havsbrún virkar eftir ætlan. Skipanin umfatar tríggjar framleiðsludeildir, sum framleiða fiskamjøl, lýsi og fóður.
Tú fert at vísa til góðsku- og umhvørvisleiðaran á Havsbrún og kemur eisini at luttaka í uppgávum í tøttum samstarvi við góðskutryggjara, starvsfólk á kanningarstovuni og á framleiðsludeildunum á Havsbrún.
Uppgávur í starvinum sum góðskutryggjari fevna m.a. um:
- at dagføra og menna góðskuskipanina
- at fremja eftirlit í framleiðsluni
- at luttaka í arbeiði við altjóða góðkenningum
- at savna, viðgera og greina kanningarúrslit
- at luttaka í arbeiðsuppgávum og verkætlanum á kemisku kanningarstovuni
Arbeiðsstaður er á Havsbrún í Fuglafirði.