Landssjúkrahúsið
Útgivið
18. marts 2023
Útgongur
30. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum, útbúnum viðgerðum (ambulancebehandler) ella atstøðingum (ambulanceassistent), til 2 farloyvisstørv.

Talan er um 2 fulltíðar farloyvisstørv í skiftandi vaktum til setan 1. mai 2023 ella eftir nærri avtalu og eitt ár fram.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum, sum ein partur á Sjúkrahúsverkinum, er at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Starvsfólkini skulu vera errin av at arbeiða her, og at samfelagið skal fáa ágóðan av okkara virksemi.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Her starvast í løtuni umleið 40 fólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 15 sjúkrabilar. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.

Sjúkraflutningstænastan krevur at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði.

sí lýsing her

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið