Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. marts 2023
Útgongur
16. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hjálparfólk til Rannsóknarstovuna frá 1. mai 2023.

Talan eru um eitt starv á brøki 0,6. Arbeiðstíðin er kl. 8.- 13. mán-hósd., kl. 8. – 12. fríggjadag.

Rannsóknarstovan er ein deild við umleið 30 bioanalytikarum, 1 patologi, 1 læknaskrivara, 1 skrivara og 1 hjálparfólki. Deildin ger nógvar ymiskar kanningar av blóði, landi, vevnaði o.ø. tilfari, so tað er umráðandi at umsøkjari ikki er sartur.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Hjálpa til at gera gerandisdagin smidligan
  • Heinta prøvar úr ambulatoriinum
  • Halda deildina ruddiliga
  • Reingerð av útgerð, fylla upp v.m.

Vit vænta:

  • Góðan røkjuskap og høgt reinføri
  • Góðan hugburð og tvørfakligar samstarvsførleikar
  • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
  • At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymiskum uppgávum
  • At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • Innleiðslu og upplæring

 Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 16. apríl 2023

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við leiðandi bioanalytikara Biritu K. Samuelsen, tlf. 304500, lokal 5601, t-post: birje@ls.fo

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

6. marts 2026
6. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið