Lýsing
Vit sóknast eftir einum starvsfólkið, ið hevur møguleikan at átakar sær, at arbeiða hjá okkum annan hvønn leygardag (líka vika). Handilin hevur opið 10:00 til 16:00 leygardagar, og arbeiðstíðin er tískil hetta tíðarskeiðið, umframt at lata upp og at stongja.
So ert tú ein lesandi ella ein, ið kann rúma fleiri arbeiðstímar í vikuni, so er at søkja. Í byrjanini verður neyðugt at koma nakrar gerandisdagar t.d. eftir skúlatíð at arbeiða, soleiðis tú kann setast inn í kassaskipan og líknandi.
Tað er ikki ein treyt, men ein fyrimunur:
- Um tú hevur møguleikan at átaka tær meira arbeiðstímar, um okkum tørvar tað. Tildømis í samband við sjúku og feriu (... sjálvandi í mun til tína skúlagongd ella annað starv).
- Um tú hevur royndir innan handil
Annars er tað sera týdningarmikið at tú:
- Ert fyrikomandi og sjálvstøðug/ur
- Dugur at veita kundatænastu
- Ert skipað/ur og dugur at halda handlin innbjóðandi
Umsókn:
Í umsóknini vilja vit fegin hoyra eitt sindur um teg og tína arbeiðsstøðu og umframt tín “fleksibilitet”.
Umsóknin skal sendast til Hans Paula Z. Jacobsen á hp@sport24.fo – og um tú hevur spurningar til starvið, so kanst tú seta teg í samband við virkandi leiðara, Ásu Pólsdóttir, á tlf. 257786.
Vit ynskja at hoyra frá tær áðrenn 5. apríl 2023.