J&K Petersen
Útgivið
3. april 2023
Útgongur
24. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir ábyrgdarfullum og skipaðum leiðara til verkstaðið og goymsluna hjá J&K Petersen. Talan er um eitt nýstovnað starv við starvsbyrjan skjótast gjørligt.

Verkstaðið tekur sær av viðlíkahaldi og umvælingum av amboðum og størri entreprenørmaskinum. Sjey starvsfólk eru á deildini, íroknað leiðari/formaður og tríggir lærlingar til entreprenørmekanikara.

Goymslan tekur sær av innkeypi og útleigan av størri amboðum og maskinum. Á goymsluni starvast innkeypari, goymslumaður og ein logistikklærlingur.

Afturat samskipan og leiðslu av verkstað og goymslu, kemur nýggi leiðarin at samskipa arbeiði og koyring hjá okkara lastbila- og kranaførarum.

Førleikakrøv
Vit ímynda okkum, at tú hevur leiðsluroyndir ella royndir innan verkætlanarleiðslu og ert eitt nú útlærdur maskinmeistari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving. Tað hevur tó størsta týdning, at rætti profilurin verður funnin.

Harafturat hevur rætti umsøkjarin:

  • Grundleggjandi telduførleikar
  • Góð samstarvsevni
  • Og er væl skipaður í tí dagliga

Millum fremstu uppgávurnar hjá verkstaðs- og goymsluleiðaranum er at:

  • Hava fíggjarliga ábyrgd av verkstað og goymslu
  • Taka sær av fyrisitingarligum uppgávum í.s.v. váttan av tímum og rokningum
  • Samskipa arbeiðið á verkstaðnum og á goymsluni
  • Samskipa arbeiði og koyring hjá lastbila- og kranaførarum
  • Samskifta og samstarva við veitarar
  • Og møguliga veita eina hjálpandi hond á verkstaðnum, tá ið á stendur

Setanarviðurskifti
Løn og treytir eru sambært avtalu.

Umsóknarfreistin er mánadagin 24. apríl. Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.

Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast við telduposti til starv@jkp.fo.

Um tú hevur spurningar í samband við starvið, ert tú vælkomin at ringja til Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella til Sigtór A. Petersen, stjóra, á telefon 585009.

Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið