Landssjúkrahúsið
Útgivið
4. april 2023
Útgongur
15. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum juni, juli og august 2023. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið.

Køkurin ger mat til sjúklingar, Kafeina og matarhøllina, har starvsfólk og vitjandi á Landssjúkrahúsinum dagliga eru gestir. Vit leggja stóran dent á at gera góðan, føðslurættan mat, tí vit eru sannførd um, at góður matur hevur týdning fyri, at okkara sjúklingar koma seg skjótast møguligt.

Um størvini
Arbeiðsuppgávurnar umfata matframleiðslu, pakking, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð av køkinum.

Arbeiðstíðin er frá kl. 7-15 bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum. Vikuskiftisvaktir eru umleið 2. ella 3. hvørt vikuskifti.

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • útbúgving sum føðsluatstøðari, líknandi kostfakliga útbúgving ella arbeiðsroyndir
  • góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • dáma at hava nógvar ymiskar uppgávur.

Sí lýsing her

Líknandi størv

6. marts 2026
6. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið