Tórshavnar Kommuna
Útgivið
25. april 2023
Útgongur
11. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, og vilt tú vera við til at menna virksemið á Demensdeplinum, sum lat upp í apríl 2021, so er tað tær vit leita eftir. Tú gerst partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur drúgvar royndir á demensøkinum.

Demensdepilin er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir.

Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, har ein stór um- og útbygging er framd, og demensdeildin Kristianslon og dagtilhaldið Tjarnarlon eru partur av deplinum. Á Demensdeplinum eru tólv búpláss, fimm stuttíðarpláss, venjingartilboð og dagtilboð. Seinni verður møguliga eisini kvøldtilboð. Vit veita ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so tíðliga í sjúkugongdini sum møguligt, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív hóast sjúkuna. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku. Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum vera sostatt fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan.

Størvini

Talan er um áhugaverd størv, har tú fært nógvar fakligar avbjóðingar, og fjølbroyttar uppgávur. Tú fært, møguleika at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, avvarðandi og starvsfólk trívast.

Tú ert virkin partur av virkseminum, og fært saman við starvsfeløgum og leiðslu ábyrgd av, at depilin røkkur sínum endamáli. Tú virkar fyri, at skapa eitt demensvinarligt umhvørvið, har dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd og persónscentreraða umsorgan, og at røktarætlanir og borgaragongdir verða fylgdar.

Søkt verður eftir:

  • einum heilsuhjálpara í fast starv á setanarbrøki 1,00 til setan 1. juni 2023 ella skjótast tilberð. Møguleiki er fyri lægri brøki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. Hvørt vikuskiftið.
  • einum heilsurøktari á setanarbrøki 1,0 frá 1. juni 2023 ella skjótast tilberð. Møguleiki er fyri lægri brøki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. Hvørt vikuskiftið.

Vit vænta at:

  • Tú hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Útbúgving sum demenssamskipari kann vera ein fyrimunur
  • Tú hevur vitan um og royndir innan demensøkið, persónssentreraða umsorgan og at skapa eitt miljøterapeutiskt tilboð
  • Tú kanst vegleiða borgara og avvarðandi
  • Tú kanst kveikja eitt lærandi umhvørvið, og miðla vitan bæði skrivliga og munnliga
  • Tú ert tænastusinnað/-ur og finnur loysnir
  • Tú ert opin, hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú ert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi
  • Tú kanst skipa fyri gerandisaktivitetum og innihaldi av kreativum, sansastimbrandi slag

Vit bjóða

  • møguleika fyri víðari fakligari menning
  • felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á Demensdeplinum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á innihaldið í tilboðnum á Demensdeplinum

Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!

Løn- og setanartreytir

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og avvarðandi yrkisfeløg. Starvsbyrjan er 1.juni 2023, møguleiki er at seta fram ynski um lægri starvsbrøk, og verður hesin avtalaður partanna millum.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda tær til Dianu P. Strøm, deildarleiðara, telefon 211808, ella á teldupost: dianas@torshavn.fo

Umsókn við prógv, lívsrensl (CV) og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til: torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina »Heilsurøktari/heilsuhjálpari Demensdepilin«.

Umsóknarfreistin er 10.mai 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið