Lýsing
Í ADHD klinikkini tørvar okkum ein sjúkrarøktarfrøðing til eitt farloyvisstarv vegna barnsburð á brøki 0.8, frá 01.06.2023 ella eftir nærri avtalu til og við 31.08.2024.
ADHD er í løtuni tað skjótast vaksandi arbeiðøkið í vaksin psykiatri. Arbeiðsøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum innan hesa uppgávu inniber viðtalur, kanningar og eftirviðgerð, samskipan, umframt undirvísing og ráðgeving av avvarðandi og øðrum myndugleikum. Talan er um eitt sjálvstøðugt arbeiði, har tú eisini arbeiðir tætt saman við tínum starvsfeløgum.
Arbeitt verður í løtuni við at skipað alla ambulantu vaksinpsykiatriina sum eina eind og kann hetta koma at merkja broytingar í arbeiðsuppgávuni innan ADHD klinikkina.
Vit arbeiða áhaldandi við betran av okkara tænastu til einstaka sjúklingin. Vit arbeiða við betranararbeiði í Sjúkrahúsverkinum og verður hetta gjørt eftir háttalagnum Quality Improvement.
Hvør ert tú?
Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.
Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga, er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær. Tú dugir at raðfesta og virka sjálvstøðugt í uppgávunum.
Er hetta tú, so er tað tær vit leita eftir.
Hvørji eru vit?
Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava møguleika fyri refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, summi eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum til næsta arbeiðsdag.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Birgit Andersen, deildarleiðara, á tlf. 234557 ella t-post birgit.andersen@ls.fo, ella Eydnu I. Lindenskov, depilsleiðara, á t-post eydna.lindenskov@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 11.05.2023.
Vinarliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.