Landssjúkrahúsið
Útgivið
28. april 2023
Útgongur
14. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir tú fyri heilsugransking í Føroyum?

Okkum tørvar ein leiðara til nýggju heilsugranskingareindina í føroyska sjúkrahúsverkinum. Talan er um eitt fulltíðar starv til setan 01.07.2023 ella eftir avtalu.

Sum leiðari í granskinareindini kemur tú at hava yvirskipaðu fyrisitingarligu ábyrgdina av heilsugranskingareindini. Tú hevur ábyrgd av at samskipa arbeiðið, eggja og skapa góðar karmar í heilsugranskinareindini – m.a. tryggja nøktandi hjálp, at søkja granskingarstuðul, hava yvirskipað eftirlit við játtaðum granskingarstuðli og tryggja, at granskingarvirksemið í eindini er vælskipað og fylgir øllum viðtiknum fyriskipanum fyri góðan granskingarsið.

Í starvinum skalt tú eisini duga at knýta bond til altjóða granskingarstovnar, grunnar v.m. úti í heimi, fyri at fremja og menna heilsugranskingina í Føroyum. Og samstundis menna samstarvið við Fróðskaparsetrið, eins og kveikja og stimbra granskingarhugin bæði hjá royndum og óroyndum granskarum. Væntað verður, at sett verða yvirskipaði mál fyri granskingarvirksemið í heilsugranskingareindini í samráð við leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum.

Organisatoriskt vísir heilsugranskingarleiðarin til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

Vit ynskja, at tú:

  • hevur granskingarførleikar svarandi til á lektor ella professara stigi innan heilsuøkið
  • hevur leiðsluførleikar
  • hevur strategiska og operativa fatan
  • hevur kunnleika til fyrisitingarrætt og roknskaparreglur v.m.
  • ert virkin granskari.

Vit bjóða:

  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
  • eitt starv, har tú hevur stóra ávirkan.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at seta teg í samband við Steinar Eirikstoft, forstjóra, á tlf. 234545 ella t-post: steinar@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 14.05.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkinum “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið