Lýsing
Fornfrøðideildin á Tjóðsavninum søkir eftir einum lesandi sum útgrevstarhjálp á einum fornfrøðiligum útgrevstri í summar.
Útgrevsturin verður á staðnum niðri í Toftum í Klaksvík. Tú verður upplærd/ur í arbeiðsháttum hjá Fornfrøðideildini og fert at arbeiða í einum útgrevstrartoymi. Fornfrøðiligur útgrevstur hevur áður verið niðri í Toftum og tað eru funnar leivdir frá bæði víkingatíð og miðøld.
Starvið er tíðaravmarkað, fulltíðarstarv í tíðarskeiðinum frá tann 12. juni til 31. august 2023, tað merkir í útgrevstrartíðini. Ynskiligt er, at starvið verður sett 12. juni 2023 ella sum skjótast til ber.
Førleikar
Vit vænta, at tú:
- Ert í gongd við eina fornfrøðiliga útbúgving ella líknandi
- Ert røkin
- Ert ágrýtin og kanst arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur góð samstarvsevnir
- Hevur evni til at arbeiða í einum toymi
Løn- og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávíkavíst Starsvfelagið og Akademikarafelagið, alt eftir um talan er um BA-lesandi ella MA-lesandi.
Vit vænta, at tú kanst vera til staðar á útgrevstrinum hvønn dag (mánadag-fríggjadag), meðan útgrevsturin er.
Send CV og stutta umsókn á savn@savn.fo og viðmerk teldupostin: “Umsókn lesandi til fornfrøðiligan útgrevstur”. Freistin at søkja er tann 19. mai 2023 kl. 12.
Hevur tú spurningur um starvið set teg í samband við Ann Sølviu Selmarsdóttir Purkhús, útgrevstrarleiðara niðri í Toftum, á ann@savn.fo ella +298340500.