Lýsing
Starv sum lívfrøðiligt hjálparfólk á Botnfiskadeildini á Havstovuni er leyst at søkja
Viðkomandi skal vera við í dagliga arbeiðinum á Botnfiskadeildini, ið m.a. fevnir um at:
- Aldursgreina fisk og føra dáta á teldu
- Fara við Jákup Sverra ella øðrum skipum at gera kanningar
- Gera lívfrøðiligar kanningar av fiski
- Annað fyrifallandi arbeiði
Umsøkjarar við royndum og áhuga fyri havlívfrøði og kunnleika til føroyskan fiskiskap hava fyrimun. Góð evni at samstarva er ein fortreyt.
Setanartreytir
Talan er um eitt fast starv. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 16. mai 2023.
Umsóknir skulu sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt Starv á starv@hav.fo
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til:
Petur Steingrund, deildarleiðara, teldupost peturs@hav.fo ella Maritu Rasmussen, stjóra, teldupost marita@hav.fo, tlf. 35 39 00.