Lýsing
Samskip sóknast eftir royndum, álítandi og dugnaligum 1. meistarum til farmaskipini Arnarfell og Helgafell. Talan er um fast starv, og umsøkjari má hava fylgjandi vinnubræv uttan avmarkingar:
- Certificate of Competency STCW Regulation III/2 – Engineer Officer
- Basic Safety Training – STCW VI/1, A-VI/2, A-VI/3, A-VI/4-1
- Valid Passport
- Medical Certificate
Umsøkjarin skal kunna samskifta á enskum í skrift og talu og hava reina revsiváttan.
Av- og ámynstring kann vera í Føroyum.
Freistin at søkja er 26. mai 2023.
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Blængur Blængsson, Crewing Manager á teldupost blaengur.blaengsson@samskip.com
Umsókn við CV v.m. kann sendast til umsokn@samskip.com
Arnarfell og Helgafell sigla í fastari rutu millum Reykjavík, Runavík, Rotterdam, Cuxhaven, Gøteborg og Århus. Meira upplýsingar um skipini og felagið eru at finna á www.samskip.com.