Strandfaraskip Landsins
Útgivið
12. maj 2023
Útgongur
15. maj 2023
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Lýst verður eftir ágrýtnum 1. meistara til Strandfaraskip Landsins at byrja í starvi skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað starv umborð á Herjólfi III, fram til septembur 2023.

Endamálið við skipinum er at føra farm, umframt upp til 12 ferðafólk.

Dagliga farleiðin hjá Herjólfi III er Tórshavn - Tvøroyri. Ferðaætlanin hjá Herjólfi er, at hann siglir av Havnini ávikavist millum kl. 9:30-10:00 og norður aftur av Tvøroyri ávikavist millum kl. 16:00-18:30.

Ein treyt fyri starvið er, at tú kann loysa av uppeftir, so at SSL kann tryggja framhaldandi rakstur at skipum okkara.

Tínar høvuðsuppgávur eru, at:

  • Hava eftirlit við, at trygdin er í tráð við føroysk og altjóða krøv, og harundir hava ábyrgd av, at ferðafólk og manning kenna seg tryggan umborð
  • Veita skipsleiðsluni ein skilagóðan dagligan rakstur
  • Fremja viðlíkahald, og leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á maskinarínum
  • Seta upp mannagongdir fyri viðlíkahald
  • Tryggja gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar
  • Gera annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

Førleikakrøv:

  • STCW-áteknað vinnubræv sum skipsmaskinmeistari/maskinistur
  • Heilsuváttan (Bláa bók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

Vit rokna við, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert kunda­vinalig/ur og røkin

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, lønarflokki 5.

Umsóknarfreistin er 15. mai 2023 á miðnátt.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Boga Gardar, skipara, á tlf. 293171, ella við telduposti til heb@ssl.fo

Um áhugið er fyri starvinum, kunnu tit venda tykkum til Annebet Abrahamsen, manningarsamskiparan, á tlf. 293024.

Søk starvið

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið