Landssjúkrahúsið
Útgivið
12. maj 2023
Útgongur
1. juni 2023
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum læknaskrivara. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv við setan 01.08.2023.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um samskifti við sjúklingar og avvarðandi, bæði gjøgnum telefon og teldupost, samskipan av virkseminum í ambulatoriinum og operatiónsgongini, skriving, visitering, umframt kvøldvaktir á Skaðastovuni.

Læknaskrivararnir á Skurðdeplinum arbeiða við serøkjunum Oyrna-Næsa-Háls, Hoyriklinikkin, Tannlæknastova, Eygnadeild, Ortopædkirurgi, Parenkymkirurgi, Urologi og Mammakirurgi.

Skipanir, ið verða nýttar, eru millum annað Cosmic, Mirsk, Outlook, Office pakkin ogTrio.

Førleikar

  • útbúgvin læknaskrivari
  • royndir innan Cosmic, Mirsk, Office
  • góðan telduførleika
  • dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum, bæði skrivligt og munnligt.

Starvið krevur:

  • at tú trívist við toymissamstarvi, men eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • at tú ert samstarvssinnað/ur og áhugað/ur í tvørfakligum samstarvi
  • at tú ert jalig/ur av lyndi, og tekur væl ímóti nýggjum tiltøkum
  • at tú dugir væl at samskifta bæði við starvsfelagar, samstarvsfelagar og sjúklingar
  • at tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur og dugir at skapa yvirlit
  • at tú trívist í einum skundmiklum gerandisdegi, við nógvum uppgávum.

Vit kunnu bjóða:

  • góðar starvsfelagar og gott samanhald
  • eitt áhugavert arbeiðsøki í støðugari menning
  • tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktafrøðingar, fysioterapeutar o.o.
  • møguleika fyri fakligari og persónligari menning.

Vit samstarva í toymum, og raðfesta høgt at samansetingin av starvsfólki, samstarvi og trivnaðurin í toyminum riggar væl.

Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv, bæði innan- og uttanlanda, og vænta vit av starvsfólkum okkara, at tey er við til at menna hetta og viðvirka til ein jaligan hugburð.

Vit arbeiða við einari jaligari tilgongd bæði til arbeiðið og hvønn annan, og hetta ynskja vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin Vitalis, depilsleiðara, á tlf. 304500 lokal 5102 ella Heidi R. Vatnsdal, leiðandi læknaskrivari á skurð, á tlf. 304500 lokal 5801.

Umsóknarfreistin er tann 01.06.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum."

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið