
Áarstova
Lýsing
Áarstova leitar eftir einum kokki.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss, har tú sleppur at arbeiða saman við einum royndum og ágrýtnum toymi. Saman við høvuðskokkinum verður tú við til at menna matskránna í Áarstovu og halda góðu góðskuna við líka, eins og tú fært ein týdningarmiklan leiklut í at skapa góðar matupplivingar til gestir okkara.
Vit vænta, at tú megnar at halda tænastu og góðsku á einum høgum støði, og tú hevur royndir sum kokkur. Harafturat vænta vit, at tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.
Áhugaði kunnu senda eina umsókn til jogvan@aarstova.fo