Lýsing
Psykiatriski depilin søkir eftir læknaskrivara til setan 1. september 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv í fullari tíð.
Virksemið á Psykiatriska Deplinum fevnir bæði um ambulantar eindir og innleggingareindir. Arbeitt verður við útgreining og viðgerð. Starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum arbeiða í tøttum samstarvi. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum “recovery og rehabilitering” í huga. Vit arbeiða miðvíst við at menna økið við betranarháttinum Quality Improvement (QI).
Sum læknaskrivari ert tú við til at samskipa sjúklingaforløbini og arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um innkalling, planlegging, fyrisiting av kalendarum, skriva journal, luttaka á ráðleggingarfundum, avgreiða ávísingar, bíleggja blóðroyndir, samskifta við aðrar myndugleikar, innheinta upplýsingar, skráseting, senda umsóknir um heilivágstilskot, avgreiða kautiónir, telefonavgreiðsla og endurnýggjan av reseptum.
Vit leggja dent á:
- Útbúgving sum læknaskrivari
- Fleksibilitet og áhuga í tvørfakligum samstarvi
- Góðan telduførleika
- Góð samstarvs- og samskiftisevnir, tænastusinni og at kunna tola skiftandi arbeiðsuppgávur