Lýsing
Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veitir tænastu til borgarar, sum búgva á Heiminum á Sýnini.
Saman vilja vit tryggja, at húsfólkini fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.
Søkt verður eftir:
- 1 heilsurøktara til fast starv á starvsbrøk 1,0 á Miðstovu/Innistovu at byrja 1. juli 2023 ella eftir nærri avtalu.
- 1 heilsurøktara til tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi á starvsbrøk 1,0 á Miðstovu/Innistovu at byrja 1. juli 2023 – 31. august 2024 ella eftir nærri avtalu.
Førleikakrøv:
Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
Vit vænta at tú:
Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
Hevur hug til at arbeiða innan eldrarøkt og evnini, at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
Ert empatisk/ur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum
Vit bjóða tær:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum.
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag.
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur.
Góða innleiðslu.
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Guðrun Gudmundsen, deildarleiðara á Miðstovu/Innistovu á tlf. 793213.
Setanarviðurskifti:
Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelag Føroya og KAF.
Umsóknir:
Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Røktarstarvsfólk til Miðstovu/Innistovu”.
Umsóknarfreistin er 30. mai 2023