Fólkaheilsustýrið
Útgivið
16. maj 2023
Útgongur
31. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Lýst verður eftir starvsfólki til skrásetingareindina hjá Heilsustýrinum.

Stovnurin
Heilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum.

Heilsustýrið skal ráðgeva politisku skipanini, myndugleikum og borgarum á heilsufakliga økinum. Stovnurin skal m.a. gera, skipa og menna hagtøl, gera heilsufrágreiðingar, lýsingar og greiningar á heilsuøkinum og skipa, umsita og menna heilsuskráir. Stovnurin skal eisini umsita heilsutilbúgvingina og farsóttarøkið frá 1. januar 2024.

Fyri at skipa hetta arbeiðið er ein skrásetingareind sett á stovn, og hava vit tørv á einum starvsfólki til hesa eindina til at vera við, at byggja upp eitt grundarlag fyri at útinna uppgávurnar hjá stovninum.

Uppgávur

  • Greining sambart altjóða leisti innan hagtalsviðgerð
  • Skipa og menna hagtøl á heilsuøkinum
  • Fyrireika, skipa og menna skráir hjá stovninum
  • Við støði í granskingarúrslitum vera við til at byggja upp eitt grundarlag fyri átøkum hjá stovninum
  • Gera heilsufrágreiðingar
  • Vegleiða leiðsluni í sambandi við ráðgeving um heilsu- og samfelagsviðurskifti
  • Menna eitt undirstøðukervi til persónlagað medisin

Førleikar

  • Kanditatútbúgving í biomedisini ella samsvarandi, PhD er ein fyrimunur
  • At fyrireika skráseting av granskingarúrslitum
  • At arbeiða granskingargrundað
  • At greina granskingarúrslit
  • At gera heilsufrøðiligar frágreiðingar
  • At arbeiða á vísindaligum støði

Um teg
Av tí at tú dagliga fert at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk. Tú trívist við toymissamstarvi, men megnar eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert samstarvssinnað/ur og áhugað/ur í tvørfakligum samstarvi, eins og tú tekur væl ímóti nýggjum tiltøkum. Tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, dugir at skapa yvirlit og trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum uppgávum.

Tú hevur góðar málsligar førleikar bæði í talu og skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Viðkomandi teldukunnleiki til vanligu forritini er neyðugur.

Umsókn
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Freistin at søkja er 31. mai 2023. Starvið verður sett 1. august ella skjótast til ber.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tlf. 233070.

Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til hst@hst.fo ella til

Heilsustýrið
Eirargarður 2, 2. hædd
100 Tórshavn

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið