Lýsing
Vit leita eftir starvsfólki, sum vil vera við til at framleiða dygdarbesta smoltið. Tú verður partur av framleiðsludeildini, og tú fert eisini at arbeiða í tøttum samstarvi við teknisku- og góðskudeildina, soleiðis at framleiðslan livir upp til okkara krøv.
Um starvið
Framleiðsludeildin arbeiðir áhaldandi við trivnaðinum hjá fiskinum, og nýhugsan og menning eru í hásæti. Arbeiðsøkið er fjølbroytt, og uppgávurnar ymiskar.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
- røkt og eftirlit við laksunum, frá rogni til smolt
- at vera við til flyting, skiljing, koppseting og útkoyring av laksasmoltum
- røkt og eftirlit við reinsiverkunum
- framleiðsluskrásetingar
- møguliga at vera partur av eini vaktarskipan á Fútakletti
Dentur verður lagdur á, at arbeiðsuppgávurnar verða loystar við nærlagni og effektiviteti.
Um teg
Vit vænta, at tú hevur:
- áhuga í og áræði at arbeiða við bæði fiski og reinsiverkunum
- gott eyga fyri, at tryggja at fiskurin trívist
- telduførleikar á brúkarastigi
- dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Uppgávurnar eru fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men tað kemur fyri, at uppgávur liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð, og tí vænta vit, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi.
Vit bjóða
Eitt spennandi og fjølbroytt starv, har góðir møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú fert at virka í einum framfýsnum, jaligum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit. Vit læra teg alt um smoltaling, bæði viðvíkjandi tekniska partinum og lívfrøðiligu arbeiðsgongdunum.
Løn og setanartreytir
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.
Vilt tú vita meira?
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Heðin Joensen, framleiðsluleiðara, á telefon +298 218257.
Umsókn
Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. juni 2023. Umsóknir skulu sendast til starv@hiddenfjord.fo.