Hiddenfjord
Útgivið
19. maj 2023
Útgongur
1. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum starvsfólki, sum vil vera við til at tryggja framleiðsluna av dygdarbesta smolti. Tú verður partur av góðskudeildini, og fert eisini at arbeiða í tøttum samstarvi við framleiðsludeildina við eftirliti við vatngóðskuni og øðrum mannagongdum, soleiðis at framleiðslan livir upp til okkara krøv. Ert tú nýútbúgvin, ella hevur tú viðkomandi arbeiðsroyndir? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Um starvið
Starvið, sum er nýtt, er á góðskudeildini á smoltstøðini hjá Hiddenfjord á Fútakletti. Arbeiðsøkið er fjølbroytt, og uppgávurnar ymiskar. Tú fert bæði at vera á kanningarstovuni og nakað á skrivstovuni, umframt at tú fert at hava praktiskar uppgávur á sjálvari smoltstøðini. Vit læra teg alt um smoltaling, bæði viðvíkjandi tekniska partinum og lívfrøðiligu arbeiðsgongdunum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um at:

  • gera vatnkanningar
  • halda við líka og menna talgilda góðskuskipan
  • gera eftirlitsarbeiði av smoltframleiðslu
  • annað fyrifallandi arbeiði

Um teg
Vit vænta, at tú annaðhvørt hevur viðkomandi útbúgving, ella at tú hevur royndir frá líknandi starvi. Neyðugt er at hava koyrikort til bil. Harumframt leggja vit dent á, at:

  • tú hevur góðar telduførleikar
  • tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • tú megnar at arbeiða eftir vegleiðingum og eftir útlendskum standardum
  • tú dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum

Uppgávurnar eru fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men tað kemur fyri, at uppgávur liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð, og tí vænta vit, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi.

Eisini vænta vit, at tú eftir tørvi kanst vera partur av framleiðsludeildini, har tú luttekur í praktiskum røktaruppgávum.

Vit bjóða
Eitt spennandi starv við møguleika fyri menning í nevndu arbeiðsøkjum. Hevur tú ongar royndir, syrgja vit fyri upplæring og innleiðslutilgongd í tryggum kørmum. Saman við hinum starvsfólkunum á Fútakletti virkar tú á einari fyritøku, ið enn sum áður leggur alla orku í at framleiða einastandandi smolt í heimsflokki. Á Fútakletti arbeiða eini 35 starvsfólk. Les meira um okkum á hiddenfjord.com.

Løn og setanartreytir
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

Vilt tú vita meira?
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Margith E. Hansen, góðskuleiðara, á telefon 211188.

Umsókn
Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. juni 2023. Umsóknir skulu sendast til starv@hiddenfjord.com.

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið