Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
Útgivið
25. maj 2023
Útgongur
9. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Løgfrøðingur til veterinerdeildina

Høvuðsuppgávurnar hjá veterinerdeildini eru at tryggja góða djóraheilsu og djóravælferð. Á deildini verður tú eitt av 10 starvsfólkum (9,75 normeringar), ið arbeiða við hesum málum. Ábyrgdarøki fevnir um alivinnu sum heild, og djórahald á landi.

Vit søkja eftir einum løgfrøðingi til fast starv frá 1. september 2023, ella skjótast gjørligt eftir tað eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrireika mál eftir lóggávu um fyrisiting, djórasjúkur og djóravælferð, og kunngerðum við heimild í hesum lógum
  • Ráðgeva og vegleiða í mun til løgfrøðilig ivamál á deildini
  • Ummæla kærur og annað løgfrøðiligt arbeiði í hesum sambandi
  • Annað løgfrøðiligt arbeiði á stovninum

Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar

  • Útbúgving sum cand. jur.
  • Góðan kunnleika til føroyskt mál, bæði í skrift og talu
  • Góð evni at greina fløktar løgfrøðiligar spurningar
  • Áhuga fyri fyrisitingarrætti
  • Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur
  • Kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í samstarvi – eisini við aðrar fakbólkar
  • Fyrimunur er at hava góðan telduførleika og royndir við journalskipanum
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir eru fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Koyrikort til bil

Løgfrøðingur til aliumsitingina
Høvuðsuppgávan hjá aliumsitingini er fyrisiting av alilógini og kunngerðum við heimild í alilógini. Ábyrgdarøkið fevnur fyri tað mesta um fyrisiting av teimum íalt 38 aliloyvunum ið 7 loyvishavarar hava. 20 aliloyvir innganga í eigaraavmarkingina og 15 aliloyvi eru á landi. Aftrat koma uppgávur fyri veterinerdeildina og aðrar innanhýsis uppgávur. Aliumsitingin er skipað sum funktión, ið vísur til stjóran.

Vit søkja eftir einum løgfrøðingi til avloysarastarv frá 15. august 2023 ella eftir nærri avtalu. Skeiðið er eitt ár framm til 15 august 2024, við møguleika at leingja eitt ár, til 15. august 2025.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrisiting av aliloyvum sbrt. alilógini og tilhoyrandi kunngerðum, bæði tá talan er um broytingar í verðandi loyvum, endurnýggjan av loyvum og onnur menning í hesum sambandi.
  • Fyriskipa hoyringar – og viðgerða hoyringssvør í sambandi við broytingar og endurnýggjan av aliloyvum.
  • Arbeiða við kunngerðum og mannagongdum í sambandi við alilógina.
  • Ymsar innanhýsis løgfrøðiligar uppgávur

Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar

  • Útbúgving á universitetsstigi sum cand. jur. ella samsvarandi
  • Góður kunnleiki til føroyskt í skrift og talu er krav
  • Góð evni at greina fløktar spurningar
  • Áhuga fyri fyrisitingarrætti
  • Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur
  • Skal arbeiða bæði sjálvstøðugt og samstarva/samskifta nógv við onnur, bæði innan- og uttanhýsis
  • Annars stóran áhuga fyri fakøkjunum, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan fevnir um
  • Góð evni at seta seg inn í KT skipanir
  • Arbeiðsroyndir er ein fyrimunur
  • Koyrikort til bil

Vit bjóða

  • Áhugaverd, sjálvstøðug og avbjóðandi størv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
  • Møguleikar fyri fakligari menning
  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað

Lønar og setanartreytir
Størvini eru fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er á Smyrilsvegi 7, 2 hædd í Tórshavn.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsóknir til starvi/størvini skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo ella til Smyrilsveg 7, 100 Tórshavn.

Viðheft umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi og møgulig viðmæli. Tað skal tilskilast hvat starv tú søkir ella tú søkir bæði størvini.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 9. juni 2023 kl. 12.00. Setanarsamrøðurnar verða væntandi frá 12. til 16. juni 2023.

Meira fæst at vita við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara / Bárð Johannessen, settan deildarleiðara, ella Bárð Enni, stjóra tlf. 55 64 00 ella t-post til hfs@hfs.fo.

Um stovnin
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi. Á stovninum arbeiða 55 starvsfólk.

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið