Hvannasunds kommuna
Útgivið
30. maj 2023
Útgongur
15. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, smábarnastovu, barnagarði, skúlabólki og frítíðarskúla.

Størvini, ið vit søkja eftir eru:

  • Einum námsfrøðingi til 35 tíma viku í Vøggustovuna, at byrja 7. august 2023. Sí starvsstaður.
  • Einum námsfrøðingi til 25 tíma viku, í frítíðarskúlan, at byrja 14. august 2023. Sí starvsstaður.
  • Einum námsfrøðingi til 36 tíma viku, í barnagarðsstovuna , at byrja 14. august 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.
  • Einum námsfrøðingi til 20 tíma viku seinnapart, í barnagarðsstovuna , at byrja 07. august 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.
  • Einum námsfrøðingi til 34 tíma viku, í smábarnastovuna , at byrja 7. august 2023. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.
  • Einum námsfrøðingi til 35 tíma viku, , í smábarnastovuna, at byrja 07. august 2023. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

  • Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
  • Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
  • Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
  • Sær møguleikar fram um forðingar.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA:
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.
Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. juni 2023, kl. 12:00.
Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo  Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 73589

Líknandi størv

15. september 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið