Lýsing
Um størvini
Talan er fyrst og fremst um avloysing í summarferiuni, men avtala kann eisini gerast um, at
Heilsutrygd vendir sær til avloysarar, tá tørvur er á starvsfólki aðrar tíðir á árinum.
Størvini eru sum oftast í viðtalum har kommunulæknin ikki er í føstum starvi, men talan kann eisini vera um avloysarastarv í øðrum viðtalum, har tørvur er á tí.
Vit vita ikki, hvussu nógvum avloysarum, okkum tørvar, tí tað veldst um, hvussu nógvar tímar/dagar umsøkjararnir kunnu arbeiða.
Førleikar og eginleikar
• Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
• Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
• Tú ert fyrikomandi
• Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
• Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt
Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni teir fyrstu dagarnar.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík
Umsóknir skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. juni 2022 kl. 12.00.
Størvini verða sett eftir nærri avtalu.
Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614003.