Lýsing
Hevur tú áhuga fyri aling, og kundi tú hugsað tær at arbeitt sum sjógvalari? Vit søkja eftir alara til Gulan, sum er aliøkið, ið liggur undir Argjalandinum. Landstøðin er á vestaru bryggju í Havn.
Arbeiðsøki
Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur
at røkta fiskin
at passa fóðring
at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkum og á landstøðini
at vera við til at seta fisk út og at taka
at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
Tín vangamynd
Sum persónur er tú røsk/raskur og álítandi, tekur ábyrgd og trívist í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav at hava royndir á sjónum og hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið. Arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 8 - 16, men í tíðarskeiðum við stórum arbeiðstrýsti, skalt tú vænta at arbeiða meira.