Lýsing
Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir við hesum eftir einum sálarfrøðingi til Dageindina í Børn og Ung psykiatri. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøki 1,0 til setan frá 01.07.2023 til 30.06.2024 við møguleika fyri leingjan.
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.
Um Børn og Ung psykiatri
Í Børn & Ung Psykiatri arbeiða vit við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í tríggjar eindir – børn, ung og dageind.
25 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn & Ung Psykiatri og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.
Um Dageindina
Dageindin er eitt spesialiserað miljøterapeutiskt tilboð til børn og ung í dagtímunum gerandisdagar. Ein daginlegging kann t.d. fevna um bæði barna- og ungdómspsykiatriska útgreining, diagnostisering og viðgerð.
Innleggingarorsøkin, trupulleikarnir og diagnosurnar kunnu verða ymiskar, og tey flestu innløgdu hava eitt funktiónsstøði, sum hevur verið ávirkað í eina longri tíð. Felags fyri øll er at tørvur er á eini sjúkligagongd, har tað er strukturur, umsorgan og fakkunnleiki í tryggum kørmum
Yvirskipaða endamálið er at koma at kenna og skilja tær avbjóðingar, sum vísa seg hjá barninum/tí unga, og intervenera í mun til hetta. Harumframt at veita vegleiðing til foreldrini um, hvussu foreldrini á bestan hátt kunnu stuðla og vera um barnið.