Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
5. juni 2023
Útgongur
30. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ambulatoriudeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir móttøkufólki, við royndum innan sjúkrahúsverkið. Talan er um fast starv á brøk 0,875 at byrja 01.09.2023 ella eftir avtalu.

Staðsetingin í hesum starvinum verður í høvuðsheitum á KS2, har fleiri serøkir eru.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um at verða fyrsta andlitið hjá sjúklingunum í møtinum við Klaksvíkar Sjúkrahús. Samskifti við sjúklingar og avvarðandi, skráseting av sjúklingum, at taka sær av telduposti, avgreiða ávísingar, bíleggja blóðroyndir, samskifta við aðrar myndugleikar, innheinta upplýsingar, skráseting, telefonavgreiðsla og annað fyrifallandi arbeiði, so sum at hjálpa til í svøvnkøvu ambulatoriunum og veita ymiska tænastu til serlæknar.

Í starvinum kemur tú at hava tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar og aðrir viðkomandi fakbólkar.

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Sectra, Outlook, Word og Nox

Vit sóknast eftir einum persóni sum:

  • Hevur autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Trívist við at vera fyrsta andlitið sjúklingurin hittir, tá hann møtir í ambulatoriunum
  • Er nærlagdur og tænastasinnaður
  • Arbeiðir sjálvstøðugt, og tolir nógvar og skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Hevur gott yvirblikk, og dugir at arbeiða við fleiri bóltum í luftini
  • Er fleksibul og hevur áhuga í tvørfakligum samstarvi
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur góðan telduførleika
  • Fyrimunur er um man kennir til Cosmic.

Vit bjóða:

  • Góða upplæring av læknaskrivara og øðrum
  • Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning við góðum starvsfelagum
  • Tú verður partur av einum toymi vi læknaskrivarum, radiografum, sjúkrarøktarfrøðingum, læknum, skrivstovufólki og læknaskrivaranæmingum.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Annika Karlsdóttir Ljósstein á tlf. 454545 lokal 4561.

Umsóknarfreistin er tann 30.06.2023 á midnátt. 

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið