Strandfaraskip Landsins
Útgivið
5. juni 2023
Útgongur
14. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Lýst verður eftir ágrýtnum 1. meistara til Strandfaraskip Landsins at byrja í starvi skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað starv umborð á Teistanum, fram til desember 2023.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið tú ert settur umborð á. Dagliga farleiðin hjá Teistanum er Gamlarætt - Skopun - Hestur. Arbeiðstíðin umborð er 11 dagar umborð og 10 dagar frí. Umstøður eru at búgva umborð.

 

Tínar høvuðsuppgávur eru:

  • At hava eftirlit og viðlíkahald av maskinrúminum og allari tekniskari útgerð umborð
  • Tryggja at øll lógar- og fyriliggjandi krøv verða fylgd
  • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

 

Sum 1. meistari vænta vit, at tú hevur:

  • Útbúgving sum maskinmeistari ella maskinistur
  • STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinist á 1. stig ella hægri
  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið, STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn, STCW A-VI/1-2, A-VI/1-3
  • Fast Rescue Boats (FRB)
  • Medisinsk fyrstahjálp, STCW VI/4-1

Vit rokna við, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert kunda­vinalig/ur og røkin

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.

Umsóknarfreistin er 14. juni 2023 á miðnátt.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Zacharias Zachariasen, á tlf. 293143, ella við telduposti til teistin.meistarar@ssl.fo

Um áhugið er fyri starvinum, kunnu tit venda tykkum til Annebet Abrahamsen, manningarsamskipara, á tlf. 293024.

Søk starvið her: Starvslýsing (ssl.fo)

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið