Lýsing
Ynskir tú at arbeiða við KT-support á einum stórum og tekniskt førandi stovni, so er avbjóðingin júst her. Tú fert at starvast á deildini fyri Skipan og Menning, har umsitingin hjá Landsverki er savnað.
Sum KT-supportari á Landsverki fert tú at arbeiða á einum arbeiðsplássi, har KT er hornasteinurin í arbeiðinum hjá teimum áleið 150 starvsfólkunum, sum dagliga starvast á Landsverki.
Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan hjá KT-supportaranum er, at veita vanliga KT - support á stovninum. Landsverk hevur fakskipanir frá veitarum úr Føroyum og uttanlands, og sum KT supportari, fert tú at samskifta við veitararnar um feilir og manglar, tí mást tú duga at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum. Harumframt er tætt samskifti við KT - landsins, sum vit fáa KT grundtænastur frá.
Hettar eru í høvuðsheitum uppgávurnar hjá KT - supportarinum:
- Brúkarasupport av Windows og Office365
- Endurskoðan av skipanum
- Uppsetan av KT-útgerð
- Innkeyp, íverksetan og umsiting av skipanum
- Umsiting av hardware og software
- Aðrar fyrifallandi KT-uppgávur
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving innan KT, sum til dømis KT - supportari e.l.
Sum persónur ert tú vælskipað/ur og arbeiðir sjálvstøðugt. Tú ert tolin og dugir væl at samstarva- og samskifta við ymisk fakfólk.
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðar starv. Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast okkum, við at trýsta á bláa knøttin ovast á hesi síðu. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. juni 2023. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bergur Hansen, KT - leiðara á tlf. 290 818 ella teldupost beha@lv.fo.
Landsverk byggir land
Landsverk er stovnur undir Fiski- og Samferðslumálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur v.m. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.