Føroya Politi
Útgivið
5. juni 2023
Útgongur
23. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum nýggjum starvsfelaga til fíggjardeildina á politistøðini í Tórshavn, ið fyrst og fremst fer at hava uppgávur innan roknskap um hendi.

Sum starvsfólk á fíggjardeildini verður tú partur av einum góðum toymi, við tænastusinnaðum starvsfelagum, ið arbeiða skipað og miðvíst fyri at loysa uppgávurnar. Uppgávurnar fara at umfata ymisk sløg av roknskaparuppgávum, m.a. kontering, bókføring av fakturum, umbókingar, avstemman, ferðauppgerðir og parkeringsavgjøld.

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga við roknskaparútbúgving. Tú hevur møguliga áður arbeitt sum bókhaldari ella fingist við grannskoðan, og hevur samsvarandi royndir innan líknandi starvsøki. Starvið kann verða tillagað tínar førleikar.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur mót uppá at arbeiða við traditionellum bókhalds- og roknskaparuppgávum
  • Hevur gott skil fyri tølum og roknskapi, og hug at læra nýggjar skipanir
  • Er fleksibul og trívist í einum starvi har uppgávurnar eru fjølbroytnar
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt, men dugir at biðja um hjálp, tá ið tað er neyðugt
  • Er umhugsin og vælskipað/ur, og fer til verka við góðum treysti

Vit bjóða:

  • Ein fjølbroytnan dagligdag, við møguleika fyri fleksibulum arbeiðstíðum
  • Góðar starvsfelagar og samanhald

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett til fulla tíð, sum er 37 tíma vika (íroknað matarsteðg), men endaliga tímatalið kann tillagast tínum ynskum. Starvið verður lønt eftir starvsroyndum, og sambært avvarandi sáttmála.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Halldis Poulsen, stabsstjóra, á tlf. +298 225053. Umsóknarfreistin er 23. juni 2023.

Umsókn og CV, prógv og evt onnur skjøl skulu sendast til fo-personalekontor@politi.dk

Vit heita á øll skikkaði fólk um at søkja, sama hvat kyn, aldur, rasu, religión ella etniska bakgrund tey hava.

Setanin er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast av PET. Starvið verður ikki sett, fyrienn góðkend trygdargóðkenningin fyriliggur. Setanarsamrøður verða væntandi hildnar í viku 26 og 27.

Líknandi størv

Elektrikari til Teknisku deild   Faroe Islands nýtt
11. september 2025
11. september 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið