Lýsing
Eysturkommuna søkir eftir einum húsavørði at byrja skjótast gjørligt. Húsavørðurin kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við húsavarðartoymið og rakstarleiðaran. Húsavørðurin hevur ábyrgd av viðlíkahaldi av bygningum hjá Eysturkommunu.
Arbeiðsuppgávurnar eru:
- At røkja og viðlíkahalda bygningar hjá Eysturkommunu
- At røkja og viðlíkahalda øki rundan um bygningarnar hjá Eysturkommunu
- At røkja og viðlíkahalda almennu spæliplássini
- At syrgja fyri at allar tekniskar skipanir virka á nøktandi hátt
- At skipa vasking saman við vaskifólki
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Vit vænta, at tú:
- Hevur handverkaraútbúgving
- Hevur gott handalag og hevur gott eyga fyri røkt
- Ert ágrýtin, nærlagdur, skipaður og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
- Dámar eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum
- Hevur góð samstarvsevni, ert tænastusinnaður og góður at heita á
- Hevur telduførleika á brúkarastigi
Setanar- og lønartreytir
Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og Kommunala arbeiðsgevararfelag.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Júst Olsen, rakstrarleiðara á tlf. nr. 790089 ella Unn S. Perdomo. tekniska leiðara á tlf. nr. 730013.
Umsókn
Umsóknir við avrit av prógv og møguligum viðmælum, skulu sendast til eystur@eystur.fo í seinasta lagi fríggjadagin 30. juni 2023.