Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
8. juni 2023
Útgongur
27. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,8 svarandi frá 1. august 2023 ella eftir nærri avtalu
  • Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,75 frá 1. august 2023 ella eftir nærri avtalu.
  • Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,7 frá 1. august 2023 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi 6-8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri lægri brøki.

Førleikar

  • Prógv sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari.
  • Góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir

Vit bjóða

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • góða innleiðslu
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

Økistænastan í Sandoyar sýslu arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim í økinum við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan er skipað sum ein samantvinnað eind, hetta inniber at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya. Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú væl komin at seta teg í samband við Beintu Klein, deildarleiðari, telefon 793679 ella á teldupost ot@ot.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot@ot.fo.

Umsóknarfreist 27. Juni 2023

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið