Lýsing
Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er tvey nýggj størv sum landsdemenssamskiparar leys at søkja frá 1. august 2023 ella so skjótt til ber. Talan er um 2 føst størv á fullari tíð, - tó við møguleika fyri niðursettum brøki. Størvini eru staðsett á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum og arbeiðsøkið er Suðurstreymoy.
Starvskarmar og innihald hjá Landsdemenssamskiparunum:
Landsdemenssamskipanin er partur av ætlanini um eitt demensvinarligt samfelag og skal tryggja, at vitan um demens kemur út til fólk, tey við demens, teirra avvarðandi og onnur, sum skulu vieta hjálp í samband við demensin.
Tað er eitt av strategimálunum hjá Sjúkrahúsverkinum at arbeiða við at menna demensvinarliga samfelagið.
Tann demensrakti skal verða í miðdeplinum í øllum tilgongdum, og landsdemenssamskiparin skal á sínum kommunala øki virka fyri bestu tænastu um tann demensrakta og avvarðandi, - hetta saman við ymiskum samstarvsfeløgum.