Lýsing
Um størvini
- Eitt starv fulla tíð at byrja 01.07.2023 ella skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni. Arbeiðsstaðurin er í Klaksvík
- Størv at arbeiða sum avloysari at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður sum avloysari í sambandi við sjúkrafráveru, feriu og avspáking hjá fólki í føstum størvum
Arbeiðsuppgávur
Kelduskákið er sambýli í eindini Autisma. Í sambýlinum búgva 8 fólk við miðal/sverum stigi av autismu og/ella menningartarni.
Í arbeiðinum verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim og at menna virkis- og førleikastøði hjá tí einstaka út frá egnum fortreytum.
Uppgávan er at virka fyri at borgarin fær ment og viðlíkahaldið sínar førleikar. Neyðugt er eisini at veita stuðul og umsorgan, soleiðis at viðkomandi fær ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag.
Gerandisdagar kunnu búfólkini vera í verkstaðstilboði og í frítíðini hava tey møguleika at vera við í tí sum fyriferst í nærumhvørvinum.