Lýsing
Vit sóknast eftir handverkara ella líknandi til viðlíkahald innan varandi orku.
Í sambandi við, at SEV hevur savnað øll elverkini innan varandi orku í meginøkinum í eina deild “Grønu orkuverkini”, sóknast vit eftir handverkara, sum í høvuðsheitum skal fáast við viðlíkahald av útbúnaði á økinum innan varandi orku. Toymið á deildini fevnir í dag um 8 starvsfólk.
Meginøkið fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjar, Sandoy, Nólsoy og Hest, og elverkini talan er um, eru Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið, Elverkið á Strond, vindmyllulundirnar í ávikavist Húshaga og Neshaga, umframt nýggj vind- og vatnorkuverk.
Starvið:
Málið við starvinum er styrkja um arbeiðið at gera elframleiðsluna so burðardygga sum til ber, og dentur skal leggjast á, at framleiðslueindinar altíð eru væl røktar og rigga væl.
Arbeiðið fevnir um viðlíkahaldsarbeiði, har størsti parturin av arbeiðnum er at halda framleiðslueindir í góðum standi.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan fleiri av hesum økjum:
- Eltekniskar førleikar
- Mekaniskt viðlíkahald
Tú:
Fyri at kunna røkja starvið, er krav, at tú hevur útbúgving sum elektrikari, maskinsmiður ella líknandi.
Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, ert liðleikari og ikki smæðist at samskifta við onnur. Tú má vera kropsliga væl fyri og dáma væl at vera úti í náttúruni.
Telda og net eru týðandi amboð, og kunnleiki innan telduforrit er ein fyrimunur. Harafturat er týðandi at hava evni til og áhuga í at læra seg nýggjar skipanir. Koyrikort til persónbil neyðugt.
Løn:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag, sum t.d. Handverkarafeløgini, Maskinmeistarafelagið ella Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Arbeiðsstaður:
Arbeiðsstaður er Fossáverkið í Vestmanna og arbeiðið fevnir um alt meginøkið og smáverkini.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæmund Tausen, verkmeistara á tel. 286902 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðslu, tel. 218419.
Umsóknir skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. juni 2023. Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til:
Stílað: HR-deildin
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá SEV virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.