Útgivið
22. marts 2022
Útgongur
5. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Húsavørður til Sjóvar kommunu

Húsavørður til Stranda skúla og aðrar kommunalar bygningar
Sjóvar kommuna søkir eftir húsavørði til Stranda skúla og aðrar kommunalar bygningar, at byrja 1. juni 2022, ella eftir nærri avtalu.

Skúlin er opin frá tíðliga á morgni til seint út á kvøldi, eisini í vikuskiftunum, við tað at skúlin eisini rúmar virksemi aftaná vanliga skúlatíð, m.a. kvøldskúla og almenna svimjing.

Vit sóknast eftir einum húsavørði at halda okkara bygningar, uttanumøki og útbúna í góðum og snotiligum standi, og at syrgja fyri, at tekniskar skipanir virka.

Starvsinnihald
Sum húsavørður kemur tú at hava ábyrgdina av allari vanligari røkt og viðlíkahaldi av bygningum hjá kommununi, og verður ein partur av tekniska toyminum hjá Sjóvar kommunu. Eisini hevur tú samskipan av vasking í skúlanum og á heilsumiðstøðini.

Vit vilja, at tú er fyrikomandi, tænastusinnað/ur og væl skipað/ur. Virksemið verður frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið, og verða arbeiðstíðirnar lagdar til rættis eftir tørvi. Roknast má tí við úrtíðararbeiði av og á.

Tú skalt kunna átaka tær aðrar uppgávur hjá kommununi, tá tørvur er á tí.

Førleikakrøv
Tað er ynskiligt, at húsavørðurin lýkur flestu av niðanfyri nevndu krøvum til starvið:

  • Handverkaraútbúgving
    · Góð evni at samstarva og at kunna arbeiða sjálvstøðugt
    · Gott eyga fyri røkt, nærlagni og framfýsni
    · Góðan tekniskan og/ella tøkniligan sans

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú hevur tilvísing til tekniska leiðaran. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).

Fleiri upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 472727

Skrivlig umsókn, saman við prógvum, lívsrensli, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast til: sjk@sjovar.fo, ella við posti til:

Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
FO-490 Strendur

Umsóknir skulu vera Sjóvar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. apríl 2022 kl. 12:00.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið