Landssjúkrahúsið
Lýsing
Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki í fast starv á Skurðgongini G2, at byrja skjótast til ber.
Um starvið:
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum.
Starvið snýr seg um, at gera reint í felagshølum og á skurðstovum á Skurðgongini, G2.
Talan er um spennandi fastlønt starv í skiftani vaktum, dag, kvøld og vikuskifti á starvsbrøki 0,75 sum er umleið 30 tímar um vikuna í miðal.
Vit vænta, at umsøkjarar hava:
- Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
- Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
- Dáma at hava nógvar ymiskar uppgávur
- Viðkomandi umsøkjari skal kunna samskifta á Føroyskum ella á Skandinaviskum máli.