Búsetur
Útgivið
16. juni 2023
Útgongur
5. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir handverkarum at byrja skjótast til ber.

Vit rokna við, at tú ert ágrýin, røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt men eisini í einum toymi, tá talan er um størri arbeiði.

Búsetur hevur arbeiði í Eysturoynni, Vágunum og Suðurstreymi.

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.

Lønin verður avtalað millum partarnar.

Starvið verður sett, skjótast gjørligt.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 05 juli 2023

Umsóknin skal sendast til: busetur@busetur.fo

Ella við posti til:

Sp/f Búsetur
á Hjalla 24
188 Hoyvík

Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrður Holm á telefon 210830

Búsetur er stovnað í 1987 og í løtuni hava vit á leið 70-80 fólk í starvi. Vit hava bæði størri og smærri arbeiði innan alt slag av bygging og umvæling, eins og vit kunnu átaka okkum uppgávur í sambandi við skipaumvælingar bæði aptering og garnering. Vit átaka okkum eisini entreprenørarbeiði. Vit leggja stóran dent á heilsu og trygd hjá starvsfólki og á umhørvið sum heild. Vit eru ein álítandi fyritøka, og leggja dent á at hava nøgdar kundar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið