Lýsing
Søkt verður eftir bilførara við stóra koyrikortinum og D-kranaloyvi at byrja skjótast til ber.
Títt arbeiði verður at koyra lastbil í sambandi við ymisk annlegsarbeiði, at hiva í sambandi við stoypi- og timburarbeiði tá tørvur er á tí, og annað fyrifallandi arbeiði. Harumframt skalt tú skipa viðlíkahaldi av bili og krana, og tryggja at hesi altíð eru í
góðum og lógligum standi.
Vit rokna við, at tú ert røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi, har tað er neyðugt.
Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
Lønin verður avtalað millum partarnar.
Starvið verður sett, skjótast gjørligt.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 05. juli 2023
Umsókn skal sendast til: busetur@busetur.fo
Ella við posti til:
Sp/f Búsetur
á Hjalla 24
188 Hoyvík
Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrður Holm á telefon 210830.
Búsetur er stovnað í 1987 og í løtuni hava vit á leið 70-80 fólk í starvi. Vit hava bæði størri og smærri arbeiði innan alt slag av bygging og umvæling, eins og vit kunnu átaka okkum uppgávur í sambandi við skipaumvælingar bæði aptering og garnering. Vit átaka okkum eisini entreprenørarbeiði. Vit leggja stóran dent á heilsu og trygd hjá starvsfólki og á umhvørvið sum heild. Vit eru ein álítandi fyritøka, og leggja dent á at hava nøgdar kundar.